Nordic Adventure Race er ein avbjóðandi kapping, har skótalistirnar hjá tær verða royndarkoyrdar. Á Nordic Adventure Race hittast ungir skótar: teir kappast, teir knýta vinarbond og teir frøast um tað, ið er felags og fegnast um tað, ið er ymiskt.
Legan er ein postarenning úti í føroysku náttúruni og er í 7 dagar. Tað verður gingið, runnið, etið, rapellað, svomið, róð, sovið (ikki nógv!) – alt hetta, meðan tann føroyska náttúran verður fagnað og notin!
Tú verður avbjóðaður, bæði sum einstaklingur og sum limur í eini patrulju. Ferðin verður drúgv til tíðir og uppgávur skulu loysast á vegnum – men avbjóðingarnar verða møttar í tí samlaða norðurlendska felagsskapinum.
Til Nordic Adventure Race bjóða vit luttakarum frá teimum norðurlendsku londunum: Føroyar, Ísland, Danmørk, Noreg, Svøríki og Finland at luttaka.
Tó í mesta lagi 25 skótar úr hvørjum landi.
Luttakararnir verða á leguni býttir í blandaðar patruljur á 6-8 skótar og patruljurnar standa sjálvar fyri at gera sær mat, seta upp búgv í náttúruni og loysa uppgávur á leiðini.

Nær: Byrjar 27. juni og endar 4. juli 2022

Hvar: Legan er í Føroyum og luttakararnir ferðast til gongu, við báti, við skipi og við bussi.
Byrja verður úti í Havnardali, 27. juni, klokkan 15:00. Og endar aftur í Havnardali,
4 juli, klokkan 11:00

Luttakarar: Luttakararnir eru skótar í góðari venjing – kropsligari, so væl sum skótaligari - sum eru millum 13-16 ára gamlir úr Danmørk, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finlandi, Føroyum og Grønlandi.

Leiðarar: Hvørt land skal hava 1 leiðara við fyri hvørjar 6 luttakandi skótar. Aftrat hesum kann hvørt land hava 1 ISTara fyri hvørjar 8 luttakandi skótar.

Kostnaður: Kostnaðurin er 1.900 kr. fyri føroyskar skótar. Leiðarar og ISTarar gjalda ikki fyri luttøku.

Tilmelding: Tilmeldingarfreistin er 31. mars 2022. Tit meldað tykkum til við at senda navn, aldur og mailadressu til nordicadventurerace2022@hotmail.com. Síðani fáa tit eina kodu sendandi, ið tit skulu brúka við at fara inná nordicadventurerace.fo/registration, og skriva koduna inn har. Tá tit eru sloppin inná, er bert eftir at fylla út tað sum stendur.


 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram