Kooooooooom við! :)

So er tað vikuskifti 1.-3. oktobur, at vit fara á LUMMALEGU!

Evnið á leguni er flóttafólk, og tað serliga við hesi leguni er, at vit einans hava lov til at taka tað við, sum vit fáa niður í LUMMARNAR, umframt ein soviposa og liggiundirlag. Harafturat eru vit so heldigar, at vit fáa møguleikan at sleppa í ein bjargingarbát.

Eisini verður pláss til frítíð og hugna.

Vit halda til mitt í Klaksvík, í skótahúsunum hjá teimum gulu skótunum.

Vit byrja fríggjakvøldið 1. oktobur kl. 19 og gevast beint eftir kirkjugongdina sunnudagin.

Tess fleiri vit eru, tess stuttligari verður tað, og tí er legan fyri allar skótar, ið ganga í 7. flokki ella eldri.

Vit gleða okkum ótrúliga nógv til leguna og vóna, at tit møta væl upp.

Meldið tykkum til her https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=36

ella á kfukskotar.fo undir tiltak, seinast týsdagin 28. septembur

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram