K-lega 2021

Legan har tú kanst velja teg inn á 3 ymisk verkstøð. Verkstøðini eru ikki komin uppá pláss enn, men seinast vóru tað m.a. hesi: vitja føroysku rossini, primitiv matgerð, leðurarbeiði, fruktskering, fiska, spleising/reiparbeiði, grafiskt design, 1.hjálp, køkupynting, hornarbeiði, máliverkstað og neglaprýðing.
Legan verður í Eysturskúlanum í Havn 29.-31. januar. Øll skulu møta millum kl. 19.00-19.30.
Skótar úr 4. flokk og eldri kunnu luttakað.
Tilmeldingargjald er í løtuni 250kr, men eftir tann 8. januar 2021 verður kostnaðurin 300kr.
Ein leiðari/foreldur fyri hvønn skótabólk má við - eru fleiri enn 10 skótar úr skótabólkinum, mugu 2 leiðarar/foreldur við 

Tilmelding til leguna er her
https://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=18

 

Hold i dag

Tíðindi

Stuðlar

Instagram