Klubmodul heintar síðuna
Tilmeldingsfrist er overskredet
12+ ára skeið
Allir limir føddar í 2010 og eldri kunnu luttaka.
Eitt stuttligt, spennandi og mennandi vikuskifti, har tú sleppur at royna tíni skótakynstur og verða saman við øðrum gentum í tínum aldri.
Vit verða bæði úti og inni.
Tað er avmarkað pláss, so tað loysir seg at melda seg sum skjótast.
Vit hava fyrireikað eitt spennandi vikuskifti.
Á skránni er millum annað: Hike, "escape room", Halloween hugni, primitiv matgerð, umframt at tit læra um altjóða skótarørsluna, um patruljuskipanina og gott patruljuarbeiði.
Hevur tú okkurt sum tú ynskir at vit skulu gera/læra so eru øll hugskot vælkomin. Skriva tíni ynskir undir viðmerkingar.
Hevur tú verið á 12+ ára skeiði, so fert tú seinri at fáa møguleikan at luttaka á øðrum skeiðum ið Føroya KFUK skótar skipa fyri.
Tilmeldingarfreist
27.10.2022
Tíðspunkt
28.10.2022
kl.
19.00 - 30.10.2022
kl.
13.30
Gjánoyrarvegur, Langasandur