Klubmodul heintar síðuna
Tilmeldingsfrist er overskredet
Fyribils tilmelding til Spejdernes lejr summar 2022
Hetta er ein fyribils tilmelding og hon er ókeypis, so hetta er ikki endaligt.
1. februar skal tó eitt depositum gjaldast á 500kr. Tað fáa tit nærri boð um. Hetta skal gjaldast her&ampampampnbsphttps://kfukskotar.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=41
23.-31. juli 2022 er legan ”Spejdernes lejr”. Legan verður hildin á Hedeland Naturpark á Sjællandi. Við grensuna millum ”Høje-Taastrup”, ”Greve” og ”Roskilde kommunu”.Tey vænta at nógvir skótar koma á leguna, møguliga 40.000 skótar. Legan verður hildin 5. hvørt ár, so nú er ikki at spilla sær møguleikan. Nógv meira um leguna er at lesa her https://spejderneslejr.dk/da
Vit, Havnar KFUK skótar, flúgva við Atlantic Airways niður til Keypmannahavnar fríggjamorgunin 22. juli kl. 8.20 og heim aftur úr Keypmannahavn mikudagin 3. august kl. 12.25.
Vit vita av
royndum, at nógvar skulu vitja familju ella annað áðrenn ella aftaná túrin. Tí
kunnu tit hugsa hetta inn í tykkara summartúr í ár, um tit hava hug til tað.Í løtuni, til og við 4. januar, hevur Atlantic Airways tilboð á ferðaseðlar, so um tit ætla at
dóttir tykkara skal við, kunnu tit longu keypa ein bíligan ferðaseðil longu nú,
ella áðrenn 4. januar (tó má dótturin verða 12 ár ella eldri tá vit fara
avstað). Øll, sum eru 12 ár kunnu eisini biðja um ein sveiggj brúkara, og tá kunnu
ferðaseðlarnir verða enn bíligari. Skótar, sum eru yngri enn 12 ár, mugu keypa
flogferðaseðil saman við einum vaksnum.
Um dóttir tykkara skal við á leguna, men ikki ferðast saman við hópinum, skipa tit sjálvi fyri ferðini. Dóttir tykkara skal tá møta okkum á flogvøllinum í Kastrup tann 22. juli ella á sjálvari leguni. Á heimferðini skal dótturin avheintast á leguni, ella har, sum vit koma at gista næturnar aftaná leguna.
Um dóttur tykkara skal ferðast saman við okkum annan vegin, niður til Danmarkar ella heimferð úr Danmark, keypa tit flogferðaseðil til hana til áður nevndu dagar.
Til allar, sum eru yngri enn 12 ár. Tað er sera ymiskt hvussu børn hava tað at sova saman við øðrum og at verða vekk frá familjuni í meira enn 12 dagar. Tá mugu tit meta um, um dótturin er før fyri tí. Vit fáa væntandi brúk fyri nøkrum foreldrum á leguni, sum hjálpa til sum leiðarar. Tað kunnu tit hugsa um, um tit hava hug til J Um tit ynskja at ferðast saman við dóttrini, kunnu tit keypa ferðaseðil nú, annars bíleggja vit til tær, sum eru yngri enn 12 ár saman.
Tað er einki krav at tit keypa flogferðaseðilin nú. Vit hugsaðu bara at møguleikin nú var til staðar, so halda vit at tit kunnu spara nakrar krónur.
Tilmeldingarfreist
28.04.2022
Tíðspunkt
14.02.2022
kl.
08.00 - 16.03.2022
kl.
14.00
Du har efterfølgende mulighed for selv at rette din tilmelding eller afmelde dig, under 'Mine tilmeldinger'