Klubmodul heintar síðuna
Tilmeldingsfrist er overskredet
Kooooooooom við! :)
So er tað vikuskifti 1.-3. oktobur, at vit fara á LUMMALEGU!
Evnið á leguni er flóttafólk, og tað serliga við hesi leguni er, at vit einans hava lov til at taka tað við, sum vit fáa niður í LUMMARNAR, umframt ein soviposa og liggiundirlag. Harafturat eru vit so heldigar, at vit fáa møguleikan at sleppa í ein bjargingarbát.
Eisini verður pláss til frítíð og hugna.
Vit halda til mitt í Klaksvík, í skótahúsunum hjá teimum gulu skótunum.
Vit byrja fríggjakvøldið 1. oktobur kl. 19 og gevast kl 13 sunnudagin.
Tess fleiri vit eru, tess stuttligari verður tað, og tí er legan fyri allar skótar, ið ganga í 7. flokki ella eldri.
Vit gleða okkum ótrúliga nógv til leguna og vóna, at tit møta væl upp.
Meldið tykkum til her, ella á kfukskotar.fo undir tiltak, seinast týsdagin 28. septembur
Tilmeldingarfreist
30.09.2021
Tíðspunkt
01.10.2021
kl.
19.00 - 03.10.2021
kl.
13.00