Depositum-Lega í DK 2021 Havnar KFUK-skótar
Tíðspunkt
07.08.2021 kl. 00.00 - 08.08.2021 kl. 24.00
Sted
Forlev spejdercenter
Møtistað
Vága Floghavn Kl. 00.00
Lýsing

 Góðu skótar og foreldur!

Á foreldrafundinum í dag bleiv niðurstøðan tann, at tað ER undirtøka fyri at vit fara á summarlegu í ár í 

Danmark, hóast vit ikki vita hvussu koronastøðan verður tá.

Her er í stuttum tað ið bleiv kunnað á á fundinm:

NÆR og HVAR: Vit flúgva úr Vágum til Keypmannahavnar 30. juli og heimaftur 8. ella 9. aug. Tit fáa nærri boð so skjótt vit vita meir.

Vit ferðast við bussi ella tok út Keypmannahavn til Skanderborg og víðari við bussi til Forlev

Sjálv legan er 31. juli til 7. august

HVAT: Umframt at luttaka á aktivitetunum á skótasentrinum, so fara vit eisini útferð til Himmelbjerget og til Djurs Sommerland.

HVØR: Allar gentur ið ganga í 5. flokki í løtuni og eldri og sum hava goldið limagjald fyri skótaárið 2020/2021 kunnu luttaka. Tað vil siga eldra skótalið og ungdómsskótar. 

ÁBYRGD: Gyða, Fía, Rudy og Ata Maria koma við sum leiðarar. Væntandi komur minst ein leiðari afturat. 

ÚTGERÐ: Tit fáa pakkilista seinti, men longu nú er snilt at hugsa um at tær mugu hava ein góðan ryggsekk sum tær klára at bera sjálvar. Pápi Kristu fer at spyrja um ráðgeving møguligan avsláttur hjá Jógvan Weihe, tí fleiri gentur mangla rygsekk. 

KOSTNAÐUR: Vit hava ikki endaliga prísin enn, men fyribils kostnaðarmetingin er 4000kr. Depositum á 500 kr er bindandi.

INNSAVNAN AV PENINGI: Skipað verður fyri innsavning av peningi. Fyrsta tiltak verður á Flaggdegnum, har foreldur selja popcorn, candyfloss og plástur til kondibingo á vaglinum. Áhugi var eisini fyri at spyrja kommuna um at rudda eitt øki fyri løn. Til Djóradagarnar fara vit eisini at spyrja um vit kunnu selja skúmgæti og sneisadrýl. Harafturat vóru onnur tiltøk uppi at venda. innkomni peningurin kemur øllum til góðar, og ikki bert teimum ið luttaka á degnum. Tað verður tí væntað at øll fáa onkra uppgávu í mun til at savna inn pening.

LUMMAPENINGUR: Ein maksimum upphædd á 1500 kr var uppi at venda. Men hettar verður kanska sett lægri. Tað verður møguleiki fyri at fara í handlar ein av døgunum. Um genturnar hava gjaldakort, so er tað gott um tær hava tað við, men har skal ikki vera atgongd til meiri pening enn avtalaða hægsta mark. Hettar fara vit at venda aftur til seinri. 

tit kunnu lesa um FORLEV spejdercenter og síggja hvørjir aktivitetir eru inni á teirra heimasíðu.

 http://forlev.dk 

Vit eru ORDILIGA spentar uppá at fara á legu við tykkara røsku og fittu gentum- tað verður SO spennandi!

Við skótakvøðu

Gyða, Rudy, Ata Maria og Fía 

  

Føroya KFUK skótar