Vælkomin á landsfund 2023
Landsfundur hjá Føroya KFUK skótum verður 4. mars 2023 í KFUK í Havn
Vit byrja kl. 9.00 og enda kl. 15.00
Tilmelding skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 28. februar, sjálvandi ókeypis at luttaka á landsfundinum.
Allir skótabólkar og nevndir skulu senda eina skrivliga ársfrágreiðing á kfukscout@gmail.com. Frágreiðingin skal taka støði í dagliga skótavirkseminum.
SkráVælkomin
Val av fundarstjóra og skrivara
Inngangur við Annbjørg Abrahamsen
Góðkenning av gerðabókini
Ársfrágreinðing og góðkenning av roknskapi
Frágreiðingar - heilt stutt frá hvørjum skótabólki og nevndum
Kunning
Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum
Innkomin mál
Ymiskt
Grein 5 í Grundlógini
Hægsti mynduleiki er Landsfundurin, har liðleiðarar og liðhjálparar hava fundarskyldu.
Landsfundurin er fyrsta leygardag í mars við hesi skrá:
1. Inngangur
2. Val av fundarstjóra og skrivara
3. Góðkenning av gerðabókini
4. Ársfrágreiðing og góðkenning av roknskapi.
5. Val av landsnevndarlimum og tveimum eykalimum.
6. Innkomin mál.
7. Ymiskt.
Mál til landsfundin skulu vera landsleiðaranum í hendi 10 dagar áðrenn fundin. Landsleiðarin gevur skrivlig fundarboð við fundarskrá í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Grein 6
Fundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt lið tríggjar atkvøður.
Grein 7
Landsnevndin, stytt LN, er: 7 nevndarlimir + tveir eykalimir. Nevndarlimir sita tvey ár í senn. Landsnevndarval er hvørt ár við útskifting av aðru hvørja ferð trimum og fýra limum. Landsnevndin skipar seg sjálv við forkvinnu, næst-forkvinnu, kassameistara og skrivara.
Til at binda samskipanina løgfrøðisliga og fíggjarliga krevst landsfundar-samtykt og undirskrift frá forkvinnu ella næstforkvinnu og kassameistara. Avgerðir tiknar av Landsnevndini skulu góðkennast av landsfundinum.